Vinna

Fjórða skipið hjá Faroe Origin liðugt umvælt á Klaksvíkar Sleipistøð

...

2017-11-28 21:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í februar mánað í ár gjørdu KSS (Klaksvíkar Sleipistøð) og Faroe Origin sáttmála um 10 og 15 áraklassing av fýra av teirra trolarum. Talan var um trolararnar Bak og Stelk, ið vóru umvældir fyrisummarfrítíðina og Falk og Heyk ið vóru liðugt umvældir ávíkavist í oktober og november. 

Ingi Hansen, reiðari sigur: «at samstarvið við KSS hevur verið fyrimyndarligt og arbeiðið er væl úrhondum greitt og allar tíðarætlanir hava hildið» 

Stelkur og Bakur hava fingið 15 ára klassing og Heykur og Falkur 10 ára klassing. Klassingarnar umfatayvirháling av høvuðsmotorum og øllum hjálpimotorum, umvæling av tangum, tjúgdarmátingar,ymiskt stál og mekaniskt arbeiði, umframt botnmáling, skift zink og annað málinga-arbeiðið. 

Frimodt Rasmussen, stjóri «Tað hevur bæði verið hugaligt og læruríkt at samstarva við Faroe Origin,tí reiðaríið longu í byrjanini vísti eina professionalismu og vistu hvat teir vildu hava.» 

KSS hevur eisini gjørt brúk av tænastum frá øðrum føroyskum undirveitarum, eitt nú Elektrikkarin,NauCon, Frost, eConsult. 

Frimodt Rasmussen, stjóri:«Vit á KSS fegnast um at veita Faroe Origin og øðrum reiðaríum, skipatænastur á høgum støði tilkappingarførar prísir við føroyskari arbeiðsmegi»

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder