Í hesum døgum er fjórða og seinasta bókin um Sørvágs kommunu, sum Sonni Jacobsen hevur skrivað, komin til landið. ??tgávudagurin er settur til at vera eftir kommunuvalið. Tað verður nærri lýst seinni.
Stóru evnini í bind 1 ??? 3, sum komu út í fjør, vóru ???Vegagerðir???, ???Sørvágs skúli??? og ???Sørvágs Havn???, umframt rúgva av smærri evnum. Stóra evnið í hesi bókini er ???Bygdaráðsarbeiði 1915 ??? 1992???. Hetta er ikki eitt einstakt evni, men nógv smærri evni gjøgnum hesi árini, sum ikki hava verið við ella passa inn í hini stóru ella smærru evnini, sum eru umrødd í hesi og hinum bókunum.
Onnur evni umrødd verða í hesi bókini eru m.a.:
- ???Vatnleiðingin???. Vatnleiðingurin var fyrstu mongu árini privatur, men gjørdist seinni kommunalur.
- ???Flogvøllurin??? og søgan um hann verður eisini søgd. Við tað at flogvøllurin liggur í Sørvágs kommunu hevur kommunan mongd av skjølum um hann.
- Einaferð átti kommunan flakavirkið í Sørvági. Søgan um flakavirkið og onnur fiskavirkir í Sørvági, avleidd av flakavirkinum, er eisini við.
Sum nakað serstakt, er søgan um Sørvágs Ungmannafelag ??? S.U.F. eisini søgd í hesi bók. Kommunan eigur nokkso fitt av skjølum um S.U.F. í smb. við umsóknir og viðgerðir. Eisini er tað so, at bygdarsavnið í 2013 fekk mongd av skjølum frá S.U.F. í varðveitslu frá einum av gomlu nevndarlimunum í S.U.F. Hesi skjøl, saman við teimum hjá kommununi, blaðgreinum og øðrum tilfari, eru brúkt at siga áhugaverdu søguna um S.U.F.
Bókin er eisin prýdd við mongd av myndum, kortum og skitsum. Bókin er sama stødd sum hinar og er 352 blaðsíður til støddar.
Innihaldsyvirlitið í bókini er hetta:
Vatnleiðingin
Bygdaráðsarbeiði 1915 - 1992
Flogvøllurin
Ellis- og Avlamisheimið í Vágum
Kommunala flakavirkið
Barnaansingin (???Húsmøðrafelagið ætlan um barnagarð???, ???Dagrøktin???, ???Sýslan???, ???Alvalon???.)
Kommunalar nevndir gjøgnum tíðina (Ymsar nevndir ikki nevndar í hinum bókunum).
Sørvágs Ungmannafelag, S.U.F.
Landbúnaður (???Seyðateljingar???, ???Eplavelting???, ???Neyt og neytaeigarar???.)
Staðarnøvn (???Staðarnøvn í bjørgunum???, ???Staðarnøvn innangarðs???.)
Seyðahús
Á baksíðuni á bókini verður sagt um hetta verkið um Sørvágs kommunu, at hesar fýra bøkur eru søgan um Sørvág frá miðskeiðis í átjanhundrað árunum og upp til okkara dagar. Og kunnu sum so metast sum framhald av bókunum, Sørvágur og sørvingar I og II.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald