2019-05-31 13:53
Betri Banki: Fá títt fótbóltslið á gjaldskortið
Frá í dag av bjóðar Betri Banki øllum kundum at bíleggja sær gjaldskort við mynd av føroyskum fótbóltsliðum. Tað ber til at velja millum øll fótbóltslið í Føroyum.
Einki gjald verður tikið fyri at fáa fótbóltslið á gjaldskortið fram til 1. november 2019. Tó er ein árligur kostnaður fyri at hava gjaldskort, um tú ert 29 ár ella eldri.
Sonevndu ???fjepparakortini??? kunnu fáast sum Visa/Dankort og Mastercard Debit kort. Tey kunnu bíleggjast á heimasíðuni hjá Betri,www.betri.fo/fjepparakort.
Eisini er nýggjur lýsingarfilmur framleiddur, sum sæst her:https://youtu.be/ISHKkmLylms
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald