Mentan

Fjarðastevnan á Skála

...

2017-07-07 10:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í døgunum frá 6.-9. juli verður Fjarðastevna á Skála. Har verður ymiskt á skránni bæði til børn og vaksin. ??ll eru hjartaliga vælkomin.

Hósdagin 6. juli

Kl. 19.00 Summarsálmasangur í Skála Kirkju. Kaffi/te og køkur í kirkjukjallaranum aftaná.

Kl. 21.15 Stovukonsert í Rosenborg (gomlu húsini hjá Rosu Højgaard) við Báru Silvansdóttir, Bergur F. Johannesen og Harald F. Johannesen. Atgongumerkið í forsølu: 50 kr

Fríggjadagin 7. juli

Kl. 17.00-23.00 Tivoli á ítróttarøkinum við m.a. trampolin, skjóting, tombola, fiskibrunni, el-bilum, bátum og bóltum.

Kl. 17.00-23.00 Hoppiland á ítróttarøkinum.

Kl. 19.00-23.00 Grillvognurin á ítróttarøkinum er opin.

Kl. 19.00-20.00 Kahoot-spurnakapping og ymisk spøl í Skálastovu. ??keypis luttøka.

Kl. 19.00-22.30 Kvøldseta í Bygdarsalinum. Jens Marni Hansen syngur. Góður felagssangur og gott undirhald. Til matna verður grillaður grísur, rómabakaði epli og salat. Kaffi/te og smákøkur omaná. Atgongumerkið kann keypast á skalaif.fo og í Skálanum. Kostnaður áðrenn 1. juli 200 kr. Eftir hetta verður kostnaðurin 300 kr. Seinasta freist at keypa atgongumerkið er mikudagin 5. juli.

Leygardagin 8. juli

Kl. 09.00-10.30 ??keypis morgunmatur í Bygdarsalinum í Ítróttarhøllini.

Kl. 09.00-10.30 Leikuloppumarknaður í gongini í Ítróttarhøllini.

Kl. 09.00 Vørutombola í gongini í Ítróttarhøllini.

Kl. 10.30-12.30 Gongutúrur við Hallgrími Johannesen sum frásøgufólki. Túrurin byrjar við Ítróttar-høllina. Farið verður niðan við Kumlá, runt Vál og suður á Tjørn. ??keypis luttøka.

Kl. 13.00 Skrúðgonga frá Skála skúla oman á kajøki har røða verður hildin.

Kl. 13.00-17.00 Grillvognurin á kajøkinum er opin.

Kl. 13.00-17.00 Kaffi- og vafflusølan á kajøkinum er opin.

Kl. 13.30 Barnaróður á Skálafjørðinum.

Kl. 15.00 FM-kappróður á Skálafjørðinum. Eftir kappróðurin verða steyp og heiðursmerkir handaði á kajøkinum.

Kl. 15.00-18.00 Framsýning av gomlum lutum, amboðum og øðrum áhugaverdum í Fornminnis-felagshúsinum. Kaffi/te og køkur til tey vitjandi. Atgongumerkið: Vaksin 50 kr, børn ókeypis.

Kl. 15.00-18.00 Kaffi- og vafflusølan á ítróttarøkinum er opin.

Kl. 15.00-23.00 Tivoli á ítróttarøkinum við m.a. trampolin, skjóting, tombola, fiskibrunni, el-bilum, bátum og bóltum.

Kl. 15.00-23.00 Hoppiland á ítróttarøkinum.

Kl. 17.00-22.00 Málningaframsýning og sangframførsla í Nerija. Kaffi/te og køkur til tey vitjandi. ??keypis atgongd.

Kl. 17.00-19.00 ???Far til fire ??? på toppen???. Barnabiografur í Bygdarsalinum í Ítróttarhøllini. Sunkist og poppkorn til børnini. Atgongumerkið: Børn 50 kr.

Kl. 17.30-21.00 Grillvognurin á ítróttarøkinum er opin.

Kl. 19.00 ???Vatnkríggj og skúmbað??? við Skálafjarðar Sløkkiliði á parkeringøkinum norðanfyri Ítróttarhøllina. ??keypis luttøka.

Sunnudagin 9. juli

Kl. 09.30-11.00 Morgunmatur í kirkjukjallaranum í Skála Kirkju.

Kl. 11.00 Gudstænasta í Skála Kirkju.

Kl. 11.00-11.45 Familjumøti í Nerija.

Kl. 11.45-12.30 Breyðbróting í Nerija og barnaansing. Kaffi/te og køkur verða at fáa aftaná.

Kl. 13.30-15.00 Sunnudagsskúlatiltak á fótbóltsvøllinum ??? Kaffi/te, sunkist og okkurt gott verður at fáa aftaná.

Kl. 15.00-17.00 ???Leikur og Gaman??? á fótbóltsvøllinum ??? ymisk spøl og kondibingo. Bingoplátur 10 kr.

Kl. 15.00-19.00 Grillvognurin á ítróttarøkinum er opin.

Kl. 15.00-21.00 Tivoli á ítróttarøkinum við m.a. trampolin, skjóting, tombola, fiskibrunni, el-bilum, bátum og bóltum.

Kl. 15.00-21.00 Hoppiland á ítróttarøkinum.

Kl. 15.00-18.00 Framsýning av gomlum lutum, amboðum og øðrum áhugaverdum í Fornminnis-felagshúsinum. Kaffi/te og køkur til tey vitjandi. Atgongumerkið: Vaksin 50 kr, børn ókeypis.

Kl. 17.00-20.00 Tónleika-kafé í Meinigheitshúsinum. Á skránni verða sangframførslur, felagssangur og andakt. Grýturættur, kaffi/te og køkur til øll. ??keypis atgongd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder