Mentan

Fjallgonga á Blankskála - myndir

...

2018-10-08 22:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin vóru teir á fjalli á Blankskála, dagurin royndist væl, veðrið var av tí fagrasta og alt gekk væl í hond.Tað dróg nakað í sjóvnum, men tað gekk væl at fáa seyðin í bátin. Passaði væl við sjóvrfalli segði bóndin Bjørn Kalsø fyrr í kvøld - Vit eru liðug at reka, og fáast nú við at fletta segði syðradalsbóndin.

Bjørn Kalsø bóndi á Syðradali, segði við okkum á JN.fo, tá ið vit fyrr í kvøld fregnaðust um vekt, at seyðurin roynist hampuliga væl, tó var vektin eitt sindur betur á vestursíðuni (Blankskála) enn á eystursíðuni (Syðradali).

Av Blankskála verður skurðurin førdur við báti til Syðradals, tað var báturin Skuraklettur sum førdi seyðin, Skuraklettur gjørdi tveir túrar, tilsamans tóku teir gott 100 seyðir av Blankskála.

Myndirnar eru frá Bjørn Kalsø.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder