Vinna

Fiskiveiðiskipanin: Okkara støða nógv betur nú

...

2017-12-13 16:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú vit hava nærlisið lógartekstin í fiskiveiðiskipanini, sum hann var samtyktur við 3. viðgerð 12. desember 2017 meta vit, at okkara støða er nógv betur í mun til tekstin, ið var samtyktur við 2. viðgerð.

Vit kunnu seta tað soleiðis upp:

1) Eingin kann fáa fiskiloyvi uttan fyrst at hava gjørt avtalu við manningarfeløgini.
Hetta setur okkara felag í eina rættuliga sterka samráðingarstøðu, tí rættindahavarin veit, at uttan avtalu, fær hann einki fiskiloyvi.

2) Um talan verður um, at nýggj feløg verða ???konstruerað???, ið er at meta sum ein roynd at umganga lógina, so vil hetta gera, at okkara felag kann leggja rættuliga stórt trýst á rættindahavaran.

3) § 51 Stk. 2. ljóðar soleiðis: Er ávísur fiskiskapur ikki beinleiðis fevndur av sáttmálum við føroysk manningarfeløg, skulu lønarviðurskiftini hjá skipara og manning, áðrenn fiskiloyvi verður latið, í hvørjum einstøkum føri, vera staðfest í skrivligari avtalu millum avvarðandi manningarfeløg og ábyrgdaran av fiskifarinum, sum ávíst er í fiskiloyvinum.

Alt hetta meta vit hevur stóran týdning fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Hetta er greitt tekin um, at okkara boðskapur er hoyrdur og, at løgtingslimir hava tikið tað, sum Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur ført fram í álvara og laga lógávuna soleiðis, at vit kunnu liva við lóggávuni, sum bleiv samtykt við 3. viðgerð 12. Desember 2017.

Neyðugt verður kortini, at fylgja væl við, hvussu lógin verður umsitin, nú hon skal skal standa sína roynd í veruleikanum.

Føroya Skipara- og Navigtørfelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder