2018-10-29 13:52

Finnur Fríði hevur um vikuskiftið landað 1.500 tons av sild til Varðin Pelagic.
Í morgun kom Tummas T. á Kollafjørð við 1.200 tonsum av sild, harav teir landaðu 100 tons til Vestmanna Seafood, sum er koyrt við bili til Vestmanna.
Tummas T. er nú áveg á Tvøroyri, har teir skulu landa tey 1.100 tonsini, teir hava eftir í lastini.
Bæði skipini hava roynt norðanfyri, Tummas T. á 65N í altjóða sjógvi, um Finnur Fríði eisini hevur verið í altjóða sjógvi vita vit ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald