2018-09-13 07:34

Finnur Fríði kom fyri løtu síðan á Tvøroyri við 600 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic.
Í løtuni landar Tróndur í Gøtu á Tvøroyri, men Finnur Fríði sleppir framat á middegi.
Vit á JN.fo tosaðu umborð seint í gjárkvøldið, teir søgdu, at støddin á makrelinum er góð, hon liggur um 460 gramm.
Finnur Fríði hevur hendan túrin roynt í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald