2018-08-27 20:44

Finnur Fríði kemur á Fuglafjørð í nátt við 600 tonsum av góðum makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.
Vit tosaðu umborð fyrr í kvøld, støddin á makrelinum liggur um 430 og 440 gramm.
Finnur Fríði hevur roynt á umleið 66N og 2V, beint norðanfyri føroyska markið, har eru fleiri russisk og íslendsk skip, og so Tróndur í Gøtu og Fram.
Føroysku skipini Norðborg og Christian í Grótinum royna longuri norði og meira vestalaga á - umleið 67N og 6V.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald