Vinna

Finnur Fríði kemur á Fuglafjørð seinnapartin

...

2018-02-17 09:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði fór at sigla heim av lodnufeltinum seinnapartin í gjár, teir hava roynt í Medlandsbugtini. Finnur Fríði hevur 1.400 tons av lodnu, sum teir skulu landa til Pelagos. Í løtuni landar Høgaberg til Pelagos, Finnur Fríði sleppir til í kvøld, tá ið liðugt er at landa Høgaberg.

Vit tosaðu umborð á Finn Fríða í gjárkvøldið, sagt var, at nógv lodna var at síggja nú, teir teir royndu í tveir dagar og fingu uml. 700 tons hvønn dagin. Veðrið var av tí fagrasta í gjárkvøldið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder