2018-01-31 23:18

Finnur Fríði siglir inn av svartkjaftafeltinum fullfermdur av svartkjafti t.v.s. uml. 2.600 tons.
Finnur Fríði skal landa til Havsbrún, teir verða á Fuglafirði í nátt, men sleppa ikki at landa fyrrenn liðugt er at landa Fagraberg, teir rokna við at sleppa framat um 14-tíðina í morgin.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir hava nógvan vind beint ímóti, so tað gekk ikki so skjótt. Finnur Fríði fer helst á ein svartkjaftatúur afturat, áðrenn teir fara á lodnuveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald