2018-01-23 16:50

Finnur Fríði siglir inn av svartkjaftafeltinum fullfermdur av svartkjafti - uml. 2.600 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði, Finnur Fríði verður á Fuglafirði kl. 11 í kvøld.
Tað hevur viðrað væl hendan túrin, teir fyrstu dagarnar var heldur minni at fáa enn nú móti endanum, svartkjafturin er væl fyri, varð sagt, tá ið vit fyri løtu síðan tosaðu umborð á Finn Fríða.
Tá ið liðugt er at landa fara teir aftur á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald