Mentan

Finn tín innara stríðsmann ??? Peter Mygind í Norðurlandahúsinum

...

2016-10-03 21:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hvussu fáa vit lívsvirði og lívsgóðsku hóast mótgongd?

Hósdagin 6. oktober verður forvitnisligt tiltak í Norðurlandahúsinum. Kendi danski sjónleikarin og undirhaldarin Peter Mygind fer at greiða frá, hvussu tað hevur eydnast honum at venda mótgongd, strongd og angist til eitt gott lív.

Peter Mygind hevur sjálvur upplivað at fingið blóðtøpp ikki færri enn tríggjar ferðir og hevur eisini upplivað at verða hjálptur aftur til lívið eftir hjartasteðg.

???Vit vænta, at øll kunnu fáa nógv burturúr fyrilestrinum hjá Peter Mygind. Hann hevur nakrar heilt serliga lívsroyndir, sum hann á ein viðkomandi og humoristiskan hátt greiðir frá???, sigur Eyðna Joensen, forkvinna í Hjartafelagnum.

Ikki minst kunnu føroyingar fáa íblástur av at hoyra um, at tað ber til at hava eitt gott lív, hóast mótgongd og sjúku, afturat óttanum fyri, at ein blóðtøppur kann raka aftur, nær tað skal vera.

Annar fyrilestrarhaldarin verður Jan Jóannesarson, hjartalækni. Jan Jóanesarson er nýggjur hjartalækni á Landssjúkrahúsinum og fer hann at hava eitt stutt læknafakligt upplegg um blóðtøppar.

Unga evnaríka songkvinnan Maria á Lakjuni fer at syngja.

Tað er Hjartafelagið, sum í sambandi við 30 ára føðingardag skipar fyri tiltakinum saman við FÁ8. FÁ8 er fakligur áhugabólkur hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sum arbeiða við hjartasjúklingum.

Tiltakið byrjar kl. 19.30, og øll eru vælkomin. Atgongumerki á 100 krónur kunnu keypast á nlh.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder