JN

Finleif Mortensen í Smiðjuni

...

2014-10-22 19:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Hósdagin 23. oktober  kl.16 letur listamaðurin, Finleif Mortensen, upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Flestu verkini eru oljumálningar, men eisini nakrir í akryl. Haraftrat eru seks pastellmyndir, tað vil siga myndir við oljukriti.

 

Myndaevnini eru fyri tað mesta føroysku bygdirnar við stórbæra landslagnum rundanum. Tað eru serliga formarnir og litirnir, sum fanga eyga hansara.

 

-Onnur síggja hús, bø og grót. Eg síggi tey meira sum skap, litir og kompositiónir, sum eg kann arbeiða við, sigur Finleif Mortensen.

 

Serliga er hann bergtikin av smáu bygdunum norðanfyri, sum liggja umgyrdar av høgu, stórslignu fjøllunum. Men eisini skiftandi ljósið millum Borðuna og Glyvursnes kann støðugt geva honum íblástur til nýggj listaverk.

 

Eisini løgin skap og fyribrigdi, sum Finleif møtir á sínum mongu gongutúrum í føroysku fjøllunum, eru spennandi myndaevni. Til dømis sjáldsama grótportrið við Postulakirkju norðan fyri Vestmanna, Jatnagarðar í Vágum og hugfarsligu klettarnir á røðini millum Svartbakstind og Skerðing við Sundalagið.

Eyðkent við listini hjá Finleifi Mortensen er sterka litspælið, sum verður bundið saman av bláu litbrøgdunum. Men tann grøni liturin vinnur seg alsamt meira fram á løriftinum, avdúkar listamaðurin, sum bara var 20 ára gamal, tá hann hevði sína allarfyrstu framsýning.  Tað var í Smiðjuni í Lítluvík í 1985. Síðan tá hevur hann havt nógvar framsýningar, bæði í Føroyum og uttanlands, millum annað á Skt Gertrud í Keypmannahavn, Kunstgalleriet í Odense, Galleri Inuit í ??lborg og á sjómannasavninum í Reykjavík. Eisini hevur hann sýnt fram á listastevnunum Art Copenhagen og Art Herning.

 

Framsýningin hjá Finleif Mortensen í Smiðjuni í Lítluvík letur upp hósdagin 23. oktober kl 16 og er opin gerandisdagar kl 10-19, tó sunnudag kl 14-19.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder