Skjótt gongur tíðin, tað sanna vit mangan tá vit líta aftur á farnar dagar og ár. Móses syngur í sálmi 90:10 at ???vit flúgva avstað???.
Í ørindi 12 er bøn Mósesar: ???At telja dagar okkara ??? lær Tú okkum tað, so vit kunnu fáa vísdóm í hjarta!???
Sum øllum kunnugt, hevur Zarepta sum frálíður mong ár á baki. Tað er við gleði og takksemi fyri Guds stóru signing, varðveitslu og náði, at vit kunnu telja fimmti ár í ár, síðani Zarepta byrjaði í Vatnsoyrum.
Nógv er broytt gjøgnum árini, karmarnir dagførdir, legurnar fleiri, men endamálið óbroytt: at vinna børn og ung fyri Kristus.
Vit ynskja at gleðast um hetta, saman við tykkum, við at bjóða tykkum vestur í Zarepta leygardagin tann 14.10.2017. Dagurin byrjar kl. 13.00 og endar kl. 18.00, har skipað verður fyri løtum í salinum og filmsbrot og myndir vera at síggja. Løturnar báðar hava sama innihald, so til ber at velja tíðina á degnum, ið hóskar best. Boðið verður til ein góðan drekkamunn gjøgnum dagin.
Skrá:
13:00 | Tiltakið byrjar |
13 ??? 18 | Filmsbrot víst á skíggjarnar í Niðarustovu og í Glasstovuni á brúnni. Endursýning av filmsbrotum hvønn ½ tíma. |
13 ??? 18 | Drekkamunnur í matarhøllini |
14.00 | Løta í salinum við sangi og røðum |
16.00 | Løta í salinum við sangi og røðum |
18.00 | Tiltakið endar |
Tað hevði glett okkum at sæð mong til hendan dagin - skrivar www.Zarepta.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald