Tað er okkara vón, at serliga ungfólk fáa hug at fáa meira at vita um Setrið sum ein virknan, fjølbroyttan og livandi lærustovn á høgum støði, sigur rektarin.
Í vár og í summar hevur Fróðskaparsetur Føroya arbeitt saman við Helmsdal Media um at gera eina filmslýsing av Setrinum. Filmurin, ið varir góðar ellivu minuttir, er nú lagdur út alment á youtube-rásina hjá Setrinum.
Filmurin er samansettur av fimm brotum, eitt fyri hvørja deildina á Setrinum: Náttúruvísindadeildina, Føroyamálsdeildina, Søgu- og samfelagsdeildina, Námsvísindadeildina og Sjúkrarøktarfrøðideildina.
Skiftini frá einari deild til aðra verða gjørd við dronuupptøkum, ið Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur á Náttúrvísindadeildini, hevur tikið upp.
Vístar verða upptøkur frá virksemi á deildunum og aðrastaðni við, og samrøður eru við lesandi og við starvsfólk. Rektarin Sigurð í Jákupsstovu greiðir ávegis frá um Setrið ??? um virksemið, um avbjóðingar og um framtíðarætlanir.
Tað er Lestrarskrivstovan á Setrinum, ið hevur tikið stig til nýggja filmin og sum hevur samstarvað við Helmsdal Media.
??? Myndir kunnu í summum førum siga meira enn orð. Miðlapallarnir, sum ungfólk vitja og brúka, eru í stóran mun eyðkendir av myndum, ikki minst livandi myndum. Tí halda vit, at Setrið eigur at gera vart við seg á hesum pallum, sigur Elin Brimheim Heinesen, leiðari á Lestrarskrivstovuni.
Filmurin varð vístur á innleiðsludegnum hjá Setrinum og hevur eisini verið vístur í onkrum øðrum innanhýsis høpi, har hann hevur verið væl móttikin. Í vikuskiftinum varð filmurin lagdur út á netið, og rektarin er spentur upp á móttøkuna uttan fyri Setrið.
??? Í einum filmi upp á ellivu minuttir ber sjálvsagt ikki til at lýsa Setrið til fulnar, men tað er okkara vón, at serliga ungfólk fáa hug at fáa meira at vita um Setrið sum ein virknan, fjølbroyttan og livandi lærustovn á høgum støði, sigur Sigurð í Jákupsstovu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald