Ein nýggj menningarætlan fyri ferðavinnuna í Føroyum varð løgd fram í Norðurlandahúsinum í morgun. Menningarætlanin, sum ber heitið ???At menna og varðveita um somu leið???, skal tryggja eina haldbara og burðardygga ferðavinnu.
Høvuðsboðskapurin í menningarætlanini er, at vit skulu menna ferðavinnuna í Føroyum, samstundis sum vit varðveita og styrkja okkara mentan og náttúru. Ferðavinnan skal síggjast sum eitt amboð, sum ger hetta møguligt.
Nýggja menningarætlanin, sum Visit Faroe Islands hevur ábyrgdina av, byggir á fýra hornasteinar, sum skulu tryggja eina ábyrgdarfulla og vælskipaða ferðavinnu og sum skulu stýra arbeiðinum fram ímóti 2025.
Teir fýra hornasteinarnir leggja millum annað dent á at fáa tilvitað ferðafólk til landið, at menna góðskuvørur og tilboð, at seta eitt hámark fyri, hvussu stór ferðafólkaskipini kunnu vera og at spjaða ferðafólk kring alt landið, alt árið. Eisini verður mælt til at fáa ein nýggjan lógarkarm fyri Føroyar sum ferðafólkaland, har ein skipan fyri náttúruvernd og atgongd til náttúruna, sum er greið og løtt at handhevja, verður sett í verk. Menningarætlanin vísur eisini á, hvussu átrokandi tað er, at eitt nýtt náttúruverndargjald verður álagt øllum ferðafólkum, sum koma til Føroya. Peningurin skal brúkast til at byggja upp ein føroyskan náttúruverndargrunn, við tí endamáli at gera íløgur í burðardyggar verkætlanir í náttúruni og at skipa ferðavinnuna betri.
???Vit hava ein gyltan møguleika, kanska fyri fyrstu ferð í søgu okkara, at byggja upp eina heila vinnu frá grundini, júst soleiðis, sum vit føroyingar ynskja tað,??? sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.
???Hetta er ein vinna, har øll hava møguleikan at fara í gongd og vera partur av. Tað krevur bara áræði og eitt gott hugskot. Vit hava samstundis eina stóra ábyrgd at ansa eftir, at hesin nýggi møguleikin ikki ger okkum blind og at vit missa okkum sjálvi í strembanini eftir vøkstri. Tí er tað átrokandi, at vit seta inn við neyðugu átøkunum, sum kunnu skipa hesa vinnuna, so hon veruliga verður ein ágóði fyri allar Føroyar og føroyingar.???
Visit Faroe Islands, sum hevur havt ábyrgdina av at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál síðani 2012, fekk eisini ábyrgdina at menna Føroyar sum ferðamál í 2018.
??ll menningarætlanin kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald