Filmarnir Fuglafjørður fjølgastverða sýndir í Mentanarhúsinum 8. og 9. mai
Filmurin, ið lýsir høvuðshandlarnar í Fuglafirði í gomlum døgum, Piddasahandil og handilin hjá Haraldsen, verður sýndur mánakvøldið 8. mai, kl. 19.00.
Filmurin um stóru og týdningarmiklu arbeiðsplássini Gomlu Smiðju og Gomlu Bedingin og spírarnar, tey nýggjaru virkini í Fuglafirði, verður sýndur týskvøldið kl. 19.00.
Í filmunum verður tosað við tey, ið starvaðust í nevndu arbeiðsplássum í fimmti - og sekstiárunum , eins og vitjað verður á nýggju virkjunum.
Samrøðurnar vórðu gjørdar á kvøldsetum, ið vórðu hildnar í Mentanarhúsinum og nakrar gjørdar eftir tað.
Hópur av gomlum myndum verða at síggja í filminum.
Hvør filmur varir góðar tveir tímar.
Hugnaløta/ steðgur í hálvan tíma við kaffi/te og køkum verður, tá ið umleið helvtin av filminum er sýndur, har fólk kunna hittast og fáa eitt gott prát.
Atgongumerkir 100 kr. fyri hvønn filmin við kaffi/te og køkum.
Høvið er at bíleggja sær fløgu av filmi/filmum hesi kvøldini í Mentanarhúsinum.
Kostnaðurin fyri eina fløgu er 100 kr. og fyri báðar 150 kr.
Signar á Brúnni skipaði fyri kvøldsetum við frásøgn, sangi og samrøðum. Seinni eru fleiri samrøður við fólk í bygdini og vitjað verður í handlum og virkum.
Zacharias Hammer hevur staðið fyri filmsupptøkunum og sett saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald