Vinna

Fíggjarmálaráðið og Almannaverkið royna at lóggeva seg undan verkfalli

...

2017-12-18 23:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroya Pedagogfelag skrivar:

Fíggjarmálaráðið og Almannaverkið royna at lóggeva seg undan verkfalli.

Í einum verkfalli eiga allir limir í einum fakfelag hava møguleikan fyri at fara í verkfall, at vísa sína ónøgd við starvsviðurskifti síni - 100% av limunum.

Føroya Pedagogfelag hevur kortini givið undantøk til, at heili 20% av námsfrøðingunum enn eru til arbeiðis, fyri at tryggja lív og heilsu.

Hóast tað, so hevur tað eydnast Fíggjarmálaráðnum og Almannaverkinum at fáa undantøkini í verkfallinum hjá Føroya Pedagogfelag til viðgerðar í Løgtinginum.

Føroya Pedagogfelagið hevur ikki móttikið áheitan frá Almannaverkinum í dag um fleiri akut undantøk, og Føroya Pedagogfelag hevur í samskifti við limir sínar í dag fingið upplýst, at úti á stovnunum eru tey í fleiri førum yvirmannaði til arbeiðis í dag. Eingin limir í Føroya Pedagogfelag hevur vent sær til okkum, tí tey meta støðuna hættisliga.

Er tað veruligani so illa stætt í okkara landið, at landið sleppur at lóggeva seg frá rættinum hjá starvsfólki at fara í verkfall??

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder