2014-01-11 13:45
IN.fo skrivar:
Ein 17 ára gomul genta doyði í nátt, tá ein bilur fór út av vegnum á Traðargøtu á Argjum.
Løgreglan sigur, at klokkan 03:16 í nátt fekk alarmsentralurin fráboðan um eina álvarsliga ferðsluvanlukku á Støðlagøtu á Argjum.
Ein bilur við fýra ungum fólkum í koyrdi eftir Traðargøta oman móti Støðlagøtu. Bilurin fór oman av vegnum áðrenn Sandágøtu og endaði niðri á Støðlagøtu.
Ein 17 ára gomul genta, sum var ferðafólk í bilinum, doyði á staðnum. Tríggir ungir mans eru fluttir á Landssjúkrahúsið. Teir tríggir eru innlagdir til kanningar, men sum skilst er helst ikki talan um álvarsligar skaðar.
Politiið kannar nú orsøkina til óhappið.
Tey avvarðandi eru kunnað.
Kelda: in.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald