Jólini eru karmur um fleiri siðir. Átøk móti rúsdrekkakoyring er ein teirra.Ráðið fyri Ferðslutrygd og Trygd minna komandi dagarnar føroyingar á at steðga rúsdrekkakoyring. Hugburðarkaningar vísa greitt, at rúsdrekkakoyring er ikki góðtikin millum føroyingar, og at tey flestu siga seg vilja forða øðrum at koyra ávirkað. Hetta sæst aftur í talinum á ferðsluvanlukkum við rúsdrekka:
- Seinnu árini er talið á rúsdrekkavanlukkum í ferðsluni minkað, men enn er hetta ein kendur trupulleiki. Sært tú eitt vinfólk ella ein familjulim, sum rótar eftir billyklunum, er umráðandi at tú tekur støðu. Tað kann vera nóg mikið bara at spyrja:???Ert tú vís/ur í, at tú skalt koyra???? Hetta kann vera tað, sum fær hann ella hana at hugsa seg um og lata bilin standa, sigur Brynhild Høgnadóttir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Eisini Brian Smedemark, stjóri í Trygd, fegnast um, at talið á rúsdrekkavanlukkum í ferðsluni er í minking:
- Hóast talið á rúsdrekkavanlukkum er minkandi, er tað framvegis eitt kent vandamál. Tí er umráðandi at varpa ljós á vandan fyri at hindra høpisleysum skaðum og brotnum mannalagnum. Í Trygd meta vit fyribyrgjandi arbeiði og upplýsing høgt. Tí fegnast vit um samstarvið, sum vit vóna ger mun, tá ið tú ivast í promilluni og ætlar tær heim, sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.
Drekkur tú til markið og roynir at rokna út, hvussu nógvar alkoeindur tú brennir, kann tað skjótt gerast eitt trupult roknistykki. Tað kann fáa vanlukkuligar avleiðingar menniskjansliga, heilsuliga og fíggjarliga, um tú sannførir teg um, at nú manst tú vera koyringarførur og setir teg við promillum við róðrið. Ivast tú, lat tá bilin standa.
Politiið ger rúskanningar í meðan átakið er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald