Mentan

Ferðslutrygd og Trygd móti rúskoyring

...

2017-07-10 15:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sól, summar og hugni merkir fyri summi øl, vín og aðrir drykkir. Tíverri eru tey, ið gloyma at lata bilin standa, tá tey hava smakkað sær á. Flestøll venda sær frá rúsdrekkakoyring. Kortini er tað eitt kent fyribrigdi. Tað kann vera langt frá hugburði til atferð. Tí leggja Ferðslutrygd og Trygd aftur orku í at minna á, at tað er serliga umráðandi at hugsa seg væl um, tá vit skulu heim eftir at hava skálað við vinfólki.

Eins og til onnur átøk hjá Ferðslutrygd, ger løgreglan kanningar, meðan átakið er.


Rúsdrekkakoyring ikki góðtikin millum manna

Flestøll taka frástøðu frá rúsdrekkakoyring.

- Okkara hugburðskanningar vísa, at tað støðugt eru 94-96% av føroyingum, sum siga seg ongantíð koyra við promillu hægri enn 0,2, og tey fáu prosentini siga seg gera tað sjáldnari enn einaferð um árið. Næstan øll eru eisini samd um, at rúsdrekkakoyring hevur stóran týdning fyri talið á álvarsligum ferðsluvanlukkum. Harumframt siga 85% seg heilt vist vilja royna at forða rúsdrekkakoyring, um tey síggja ein, sum ætlar at koyra ávirkaður. Hetta vísur alt, at fólk ikki góðtaka rúsdrekkakoyring, sum er at fegnast um. Kortini verða fólk javnan tikin við ov høgari promillu, og álvarsligar vanlukkur henda. Hóast støðan er munandi batnað seinastu árini, er kortini neyðugt, áhaldandi at virka fyri at avmarka vandan, sigur Brynhild Høgandóttir úr Ferðslutrygd.


Ein skeiv avgerð kann broyta nógv ??? kanska alt

Við átakinum, sum verður sjónligt á internetinum og við plakatum á skeinkistøðum og aðrastaðni, minna Ráðið fyri Ferðslutrygd og Trygd á at steðga rúsdrekkakoyring. ??ll kunnu vit gera mun. Umframt sjálvandi bilførarar, kunnu tey, sum eru rundan um, eisini gera sítt til at forða øðrum at seta seg við róðrið við promillum.

- Summarið er ein lívsjáttantið árstíð við góðveðri og frítíð, har fólk koma saman, og har rúsdrekka onkuntíð er uppií. Fyri at fyribyrgja, at veitslurómin endar við ferðsluvanlukku, vilja vit fegin vera við til at fyribyrgja. Tí stuðla vit aftur hesum átakinum, so vegirnir gerast tryggari, sigur Janus Thomsen, stjóri í Trygd.


Fá plakatir og klisturmerki frá RFF

Í sambandi við átakið eru framleiddar plakatir og klisturmerki, sum fólk kunnu heinta hjá RFF. Til ber eisini at skriva ella ringja, og fáa klisturmerki send. RFF ber skeinkistøðum plakatir og klisturmerki, soleiðis at hesi kunnu taka undir við átakinum. Eisini ber til at prenta út A4-plakatir av rff.fo, har eisini fíla er tøk til skíggjar - bæði at nýta til privatar veitlsur ella tiltøk.


Ert tú koyringarfør/ur?

Tað kann kennast trupult at tosa ein ávirkaðan upp í lag at lata bilin standa. Ikki minst, um tú ivast, hvussu nógv hann/hon hevur drukkið. Men tú skalt minnast til, at forðar einum at koyra ávirkaður, gert tú honum eina stóra tænastu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder