Mentan

Felagið Føroysk Ross

...

2019-12-29 15:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

ÁRIÐ IÐ F??R

Vit hava nógv at gleðast um í 2019.

Vit eru takksom fyri okkara trúføstu limir, og at felagið hevur fingið fleiri nýggjar limir.

Vit eru sera takksom teimum, ið so trúfast røkta og/ella ala føroysk ross, og takksom fyri nýggjar eigarar at føroyskum rossum.

Vit eru takksom fyri tey fylini, ið vóru folaði, og takksom fyri tey rossini, ið tóku lut í alingini í ár.

Vit eru takksom fyri ta føroyska rossaslagi, og teimum fólkunum, ið gera sítt fyri, at varðveita og menna føroyska rossastovnin.

Takk til tín, ið ger tað tú kanst, og vælkomin til tín, ið hevur áhuga, at hjálpa og stuðla teimum føroysku rossunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder