Vinna

Áhugafelag er stovnað ið skal byggja ein flog simulator í Føroyum

...

2018-02-13 22:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í kvøld var stovnandi fundur fyri at stovna áhugafelagið, sum skal virka fyri at byggja simulator í Føroyum. 

Hugskotið at byggja ein flog simulator í Føroyum er ikki nýtt, tað er nøkur ár eftir hondini. Fyri 4 árum síðani vóru ítøkiligar ætlanir at byggja ein Airbus A320 simulator í Føroyum, menn úr Føroyum fóru til Italia, at royna ymisk, men vóru ikki nøgdir við tað veitarin hevði at bjóða. Tað hevur ikki verið arbeitt við ætlani síðani, men nú kemur gongd á aftur. Gott 20 fólk vóru samlaði í kaffistovuni hjá Atlantic Airways í kvøld, har stovnandi fundur var, at stovna eitt simulator felag í Føroyum. Viðtøkur og ein nevnd bleiv samtykt á fundinum í kvøld. Áhugafelagið eitur Faroe Sim Service.

Pætur Egholm Jacobsen tók saman við øðrum stig til at hava stovnandi fundin í kvøld. Pætur er júst heimkomin frá einari ferð í Svøríki, har teir eru í holt við at byggja ein A320 simulator. 

Tað tekur eina tíð at fáa bygt ein simulator upp, og skal tað fíggjarliga eisini koma uppá pláss. Í dømunum ið vóru løgd fram í kvøld, kostaðu simulatornarnir úr kr. 800.000 til kr. 11 mió.

Nevnd:
Andrew Djurhuus
Simon Nordendal
Pætur E. Jacobsen

Tiltakslimir:
Helgi Luid Solmunde
Oddmar Dam

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder