Vinna

Fekk lítið av blálongu

...

2018-05-10 10:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hav.fo: 24. apríl kom Magnus Heinason aftur av blálongutúri. Fyribilsúrslitini geva ábending um, at tað er ikki nógv at fáa av blálongu. Eisini var lítið funnið av gýtandi blálongu á túrinum, men nógv var funnið av útgýttum fiski og fiski nær gýting. Hetta týðir uppá at blálonga gýtir í føroyskum øki.

Magakanningarnar vístu, at blálongan fyri tað mesta hevði etið svartkjaft, men eisini nakað av rækju og høgguslokki.

Les túrfrágreiðingina her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder