Vit gleða okkum til eitt sera spennandi vikuskifti í Páls Høll, nú Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung verður á fyrsta sinni í Føroyum, í Páls Høll í Vági.
Við Páls Høll hava vit í Vági fingið framúr góðar umstøður - og ein partur av ætlanini við Páls Høll var nettup at kunna taka ímóti slíkum altjóða kappingum, sum Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Ítróttur sum heild - og ikki minst svimjing, hevur stóran týdning fyri okkum í Suðuroynni, og tí eru vit eisini fegin um, at vit hava fingið møguleikan at hýsa einari stórari norðurlendskari svimjistevnu, har okkara ungu svimjarar kunnu royna seg í kapping við svimjarar úr grannalondunum, og tey, sum ikki kappast, kunnu leita sær inspiratión og seta sær nýggj mál, sigur Dennis Holm.
Fyri Vág hevur tað eisini stóran týdning, at vit ár um ár taka ímóti stórum tiltøkum. Í fjør var norðurlendska strandamentanarstevnan, Nordisk Kystkultur, í Vági, í ár Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung í svimjing, og hvør veit, kanska vit eisini hava eitt norðurlendskt tiltak á skrá komandi summar, sigur borgarstjórin.
Tiltøk, sum hesi, eru við til at seta Vág og Vágs kommunu á norðurlendska kortið, og øll søgan kring Páls Høll, er jú ein framúr spennandi søga, um eitt lítið lokalsamfelag, sum hevur megnað at bygt ein 50 m. svimjihyl - og helst er hetta minsta stað í heiminum við einum 50 m. svimjihyli, og tað eru vit sjálvsagt stólt av, sigur Dennis Holm.
Komandi dagarnir fara nógv fremmanda fólk at vitja í Vági, og eg ivist ikki í, at fólk her á leiðini - eins og vit eru von við - fara at taka væl ímóti teimum; tey vitjandi eru jú eisini eitt slag av ambassadørum, sum uttan fyri landoddarnar, fortelja sína søgu um Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung í Vági í 2017, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
Eg gleði meg til eitt spennandi vikuskifti við spennandi svimjikappingum, og vóni eisini at nógv fólk fara at heppa á okkara framúr góðu svimjarar, sigur borgarstjórin at enda.
Vágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald