Mentan

Farin at kanna ferðsluna í kommununi

...

2021-10-08 09:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vága kommuna:

Saman við ATKI, er Vága kommuna farin undir eina royndarverkætlan at skráseta ferðslumynstri í Miðvág. Endamálið við skrásetingini er, at síggja hvar møguligir trupulleikar í ferðsluni eru, hvat tíð av degnum mest ferðsla er og hvussu skjótt tað verður koyrt. Eisini er møguligt at skráseta ferðamynstri hjá fólki sum ganga og eru á súkklu, og um hvørjir møguligir vandar eru á leiðini.

Eitt termiskt myndatól er sett upp við Vesturvón. Myndatólið telur ferðslu og mátar ferðina á ferðsluni. Myndatólið reagerar uppá hitan á tí sum kemur framvið myndatólinum. Myndatólið vísir ikki hvør bilurin ella fólkið er. Myndatóli skrásetur tal av bilum, um tað er bleyt ella tung ferðsla og hvussu skjótt koyrt verður.

Hettar er ein kanning, sum kann geva kommununi verulig tøl og dátur um ferðslumynstrið, har okkara børn og ungu ganga í skúla hvønn dag, og sum kann hjálpa kommununi og Landsverk at taka støðu til um hvørji átøk mugu gerast fyri at verja okkara skúlabørn. Royndarverkætlanin kemur at halda fram í umleið 4 mánaðir.

Hendan royndaverkætlanin er fyrsta av sínum slag í Føroyum, hon er GDPR góðkend og fylgir reglum hjá Dátueftirlitinum.

Komandi tíðina fara fleiri nýggj og slóðbrótandi ferðslu átøk at verða gjørd í kommununi. Avgerðini um hesi verða tikin næstu tvær vikurnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder