Mentan

Farið er nú aftur undir varðveitingararbeiðini í Kirkjubø

...

2017-05-15 15:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyri páskir varð farið undir at fyrireika varðveitingararbeiðini í Kirkjubø. Í ár verður arbeitt á tveimum mótum ??? á Múrinum og á Líkhúsi.

Múrurin

Longu 27. mars varð farið undir at fáa ymist tilfar til arbeiðsplássið við Múrin. Av tí at vegurin undir Múrinum fram við fjøruni er so vánaligur, hevur hetta ikki lætt um arbeiðið, tí ikki ber til at fáa tungan kranabil at koyra tilfarið oman um Múrin, so nógva tilfarið mátti berast til staðin. Stóru arbeiðspallarnir vórðu síðan settir upp, fyribilsveðurverjan varð tikin niður og arbeiðsplássið á pallunum varð dekkað við plasti, og ger hetta, at arbeitt kann verða í mest sum øllum veðri.

Arbeiðið í ár er framhald av tí varðveitingarætlan fyri Múrin, sum stungin varð út í kortið í áliti, landsstýriskvinnan við mentamálum góðkendi í januar mánað 2010.

Í ár fer arbeiðið at fevna um at konservera eystasta partin av suðurmúrinum innan og uttan. Nú verður farið um útsynningshornið, eystur um á eysturskjøldurin fram at stóra vindeygaopinum í skjøldrinum.

Arbeiðið fer at fara fram eins og undanfarin ár við konservering av múrverkinum. Tó verða onkrar serligar avbjóðingar í ár, eitt nú í eystasta vindeygaopinum, har ein av profilsteinunum er gliðin nakað út, og er um at detta burtur úr laðingini.

Ein annar liður í varðveitingararbeiðinum er aftur í ár bygningafornfrøðiligu skrásetingarnar. Hesar skrásetingar leggja dent á siðsøgulig og byggilistarlig viðurskifti, sum taka atlit at, hvussu Múrurin er bygdur, hvussu múrverkið er laðað osv. Við kanningini av múrverkinum verður skjalprógvað, hvat er eftir av upprunamúrverki og fugum, og gevur hetta okkum vitan um, hvussu byggiarbeiðini fóru fram í miðøldini.

Varðveitingararbeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at bygningafornfrøðiligu kanningarnar verða gjørdar undan og saman við sjálvari múrkonserveringini. Seint í august verða veðurverja og arbeiðspallar tikin niður, har konserveringsarbeiðini eru liðug, og fer tann parturin av múrurin ??? tvs. øll suðursíðan - nú aftur at standa ber, múrverkið væl og virðiliga konserverað og múrkrúnan løgd við flagi.

Ein stórur trupulleiki serliga seinnu árini hevur verið nógva vætan, ið hevur sett oman úr lendinum í erva ??? oman fyri akvegin oman fyri Múrin. Hon hevur elvt til, at tað hevur verið stak runut inni í Múrinum.

Heitt varð tí á Teknisku deild hjá Tórshavnar kommunu beint sum fyrireikingararbeiðini vórðu sett í verk í ár. Ábøturnar, kommunan gjørdi alt fyri eitt, tykjast hava haft sína ávirkan, soleiðis, at lendið inni í Múrinum, longu nú er turt og gott at ganga á.

Áhugavert er, at hetta er ein trupulleiki, sum altíð hevur verið. Í einum skrivi frá 1890-árunum verður gjørt vart við júst henda trupulleika. Undir rannsóknunum í 1950-árunum var eisini trupulleikin tikin til viðgerðar, har teir m.a. gróvu og kílaðu seg niður útvendiga fram við kapellinum fyri norðan, tó uttan stórvegis úrslit. Tíbetur, nú batti, og tøkk havið kommunan fyri tað.

Líkhús

Mánadagin, 24. apríl, kom ráðgevi savnsins, konservatorurin Hans Frederiksen, við Norrønu til kavaklæddu Føroyar. Men ikki var verri enn so, at longu seinnapartin bar til at fara undir varðveitingararbeiðini á Líkhúsi.

Hetta er fyrstu ferð at Líkhús gerst ítøkiligur partur av verndararbeiðinum. Tó so, arbeiðið innan verkætlanina fór so smátt undir at fyrireika verjutiltøk í 2015 m.a. við at gera skrásetingar við dronu, eins og at eystari parturin av kirkjutoftini seinasta summar varð dekkaður av veðurverju, ið ætlanin er skal standa í eini 2-3 ár, fyri at múrlívið kann torna. Eisini er skilligt, at ymisk arbeiði við at festa partar av múrverkinum við sementi eru gjørd einaferð í tíðini, men nær er óvist, tí hetta tykist ikki vera skjalprógvað, tað vit vita.

Í ár er farið undir at konservera vestara partin av norðurmúrinum og tað, sum stendur eftir av vesturmúrinum ??? tað, sum stingur seg nakað upp úr lendinum, og sum er mest sjónligt. ??tlanin er at konservera helmingin av hesum parti í ár, eitt nú at festa aftur okkurt av niðurdotna grótinum ??? serstakliga ein stóran stein sum upprunaliga hevur staðið í landnyrðingshorninum, og sum nú í fleiri ár hevur ligið har á vøllinum.

Varðveitingararbeiðini, sum nú eru áleiðis, halda á fram til september. Eins og undanfarin ár verður dagliga múraraarbeiðið upp á Múrin gjørt av múraravirkinumSp/f Krossteigvið Birgiri Krossteig úr Havn. Bygningafornfrøðiliga skrásetingin verður framd av Jónhild Johannessen, arkitekti, og serkøna konserveringsleiðbeining veitir Hans Frederiksen, konservator, frá fyritøkuniNordisk Konserveringí Keypmannahavn. Símun V. Arge, fornfrøðiligur ráðgevi og granskari á Søvnum Landsins, skipar og stendur fyri varðveitingarverkætlanini í Kirkjubø.

Símun V. Arge

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder