Mentan

Fara nú at selja campingpláss til Summar Festivalin

...

2020-03-02 14:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mikukvøldið byrjar sølan av campingplássum til Summar Festivalin 2020


Mikudagin 4. mars kl. 19:00 letur sølan av plássum til campingvognar á Summar Festivalinum upp. Campingpláss verða seld á 5 ymiskum økjum í Klaksvík, og samanlagt er talan um 218 pláss.
Sølan er skipað soleiðis, at mikukvøldið kl. 19:00 letur online-skipanin upp, og tá verða campingpláss á øllum økjum tøk at keypa. ??ll sleppa inn í skipanina samstundis, og selt verður eftir »først til mølle« prinsippinum.
Sølan av campingplássum til Summar Festivalin 2020 fer fram umvegis heimasíðuna sf.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder