Vinna

Fara at selja meksikanskan mat í miðbýnum

...

2017-12-18 08:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bassalt hevur fyri nøkrum mánaðum síðani yvirtikið hølini í Sverrisgøtu 15, og nú meta teir, at teir eru komnir so mikið langt á leið, at teir kunnu byrja uppá nýggja konseptið, har teir koma at bjóða kundunum ein lítlan part av Meksiko mitt í Havn.

At byrja við vera einans meksikanskir drykkir at fáa, men um 2-3 mánaðir fara teir eisini at bjóða originalan meksikanskan mat.

Teir mettu, at úrvalið av sterkum, góðum mati í Føroyum var so mikið lítið, og tí fóru teir undir at kanna møguleikarnar fyri at bjóða meksikanskan mat og meksikanskar drykkir. Teir hava verið í Keypmannahavn og London, har teir hava gjørt samstarvsavtalur við originalar meksikanskar matstovur, so teir kunnu bjóða so góðan og originalan mat sum gjørligt. Eisini hava teir gjørt avtalu við ein leverandør í Meksiko um rávørur - t.v.s. at teir fáa næstan allar rávørur beinleiðis úr Meksiko. Á hendan hátt tryggja teir, at rávørurnar eru so originalar sum til ber.

Live-tónleikur verður framvegis hvørt vikuskifti, og umframt nýggju drykkjuskránna, verður sjálvandi eisini møguligt at njóta leskiligu drykkirnir, ið fólk kenna frammanundan frá Bassalt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder