Mentan

Fara at klintra Enniberg - 754 metrar

...

2017-07-06 15:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tríggir av heimsins bestu klintrarum ætla sær at gera eina roynd at klintra Enniberg, sum er 754 metrar.

Tað er REIKA.FO v/ Jóhannus Hansen sum er samskipari fyri túrinum.

Teir vóru ein túr har norðuri í gjár og hugdu uppá grótgóðskuna, teir gjørdu eina meting um tað er ráðiligt at klintra allan teinin - klintra varð upp í Settorvu og síðan varð gingið ígjøgnum Settorvu til Enniberg.

Nú verður bíðað eftir 2-3 turrum døgum, har tað væntast turt, so fara teir at gera eina roynd.

Klintrarnir eru Cedar Wright, James Person, og Yuji Hirayama. Og allir eru professionellir klintrarar vi?? The North Face sum høv??ussponsor.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder