Mentan

Familjudagur hjá Havnar Bjargingarfelag - myndir

...

2017-10-23 13:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjár hevði Havnar Bjargingarfelag ein familjudag. ??ll sum sum hava samband Havnar Bjargingarfelag høvdu bjóða sínum familjum og vinum til eina hugnaligan dag.

Møguleiki var at royna tað ymisku útgerðina og síggja alla útgerðina. Børn sluppu at royna Rescue LÍV, koyra ATV, og síða við hjálp frá fjallabjargarunum.

Við vóru á leið eini 70 fólk sum høvdu leitað sær at oman á Vestaru bryggju. Ein góður drekkamunnur var at fáa og grillaðar pylsur.

Hetta ver fyrstu ferð roynt var við einum familjudegi. Ein spennandi dagur har familjan slapp at hyggja eftir hvat fólkini í Havnar Bjargingarfelag takast við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder