Vinna

Fagraberg landar í Skagen

...

2018-05-06 17:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fagraberg er áveg til Skagen við 2.600 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa í Skagen.

Fagraberg verður inni mitt í nátt, teir sleppa framat at landa í morgin.

Fagraberg hevur fiskað sunnast í føroyskum sjógvi, har nógv føroysk, íslendsk og russisk skip eru stødd.

Seinasta túr landaði Fagraberg eisini í Skagen, tá høvdu teir somu nøgd, sum teir hava nú.

Tað er langt at sigla av feltinum til Skagen, men prísurin er somikið betri í Skagen, at tað hóast alt loysir seg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder