Vinna

Fagraberg er farin at sigla heim

...

2018-02-18 20:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fagraberg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi í útsynning úr Írlandi, fór í dag at sigla heim við knapt 2.700 tonsum, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Vit tosaðu umborð við stýrimannin Tórstein Petersen fyri løtu síðan, hann segði, at tað var fínasta veður á leiðini har teir vóru staddir, Tórstein roknaði við, at teir komu á Fuglafjørð mikumorgunin.

Skipari á Fagraberg hendan túrin er ??ssur Hentze.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder