2018-01-31 14:29

Fagraberg, sum hevur verið á svartkjaftafeltinum sunnanfyri, kemur á Fuglafjørð um 3-4 tíðina í dag við 2.300 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, teir sleppa framat at landa beinanvegin teir koma á Fuglafjørð.
Fleiri føroysk skip eru á feltinum sunnnanfyri, har eru: Tróndur í Gøtu, Arctic Voyager, Christian í Grótinum, Finnur Fríði, Jupiter, Norðingur og Borgarin.
Í dag er nógvur vindur allastaðni nærhendis Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald