Mentan

Fagnaður í heystfrítíðini í 15 ár

...

2017-10-10 09:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Heystfrítíð er, og Tjóðsavnið, Listasavnið og Sjósavnið, eins og Norðurlandahúsið og SMS bjóða til forvitnisligt spæl og hugna.

Savnsfagnaður á Tjóðsavninum, Listasavninum og Sjósavninum og heystfagnaður í Norðurlandahúsinum og SMS bjóða børnum og vaksnum til forvitnisligar upplivingar um tey vitjandi í náttúru, mentan og list í Føroyum.

Tiltakið byrjaði fyri 15 árum síðan og hevur broytt seg munandi øll hesi árini. ST lýsir í ár við evninum burðardygg ferðavinna, og hetta hevur ført til, at felagsevnið í heystfrítíðini er tann vitjandi. Hvør vitjar her og hvar vitjar tú? Komið og upplivið vitjandi. Bæði tey vælkomnu og kanska onkran óynsktan?

Nærri skrá sæst á facebook-síðuni Savnsfagnaður.

Tjóðsavnið í Brekkutúni í Hoyvíkwww.savn.foogwww.jardfeingi.fo

Kom og síggj skemtiliga og søguliga sjónleikin, Músin og týskarin. Og spennandu søgur um djór, tinnur og serligar gripir. Her verður kapping um ævintýraferð út í Koltur. Tjóðsavnið er opið í heystfrítíðini, mánadag til fríggjadag, kl. 11-16. ??keypis atgongd.

Listasavnið í Gundadaliwww.art.fo

Hvønn dag verða verkstovur har børn kunnu tekna trøll saman við listamanninum Jan Nystrøm. Afturat verkstovunum er listaveiða og aðrar uppgávur til børn á Listasavninum. Listasavnið er opið í heystfrítíðini, mánadag til fríggjadag, kl. 11-16. ??keypis atgongd.

Sjósavnið á Argjumwww.sjosavn.net

Sjósavnið hevur snollað kør og hyljar upp til savnsfagnaðin, so vit síggja tann spennandi heimin í sjónum kring Føroyar. Skráin boðar frá krabbafiskarí, rokaligum vatnrakettum og stuttligum uppgávum. Sjósavnið er opið í heystfrítíðini, mánadag til fríggjadag, kl. 11-16. Hálvt atgongugjald.

Norðurlandahúsiðwww.nlh.fo

Vitja ævintýrliga skúrin hjá Emil í Lønnibergi í skóginum, sum Joel Cole hevur bygt í forhøllini í Norðurlandahúsinum. Og njóti síðan lesistovuna, teknistovuna og svenska barnabiografin við Pippi, Ronju og nógvum øðrum. Heystfagnaður í Norðurlandahúsinum mánadag til hósdag, kl. 10-18. ??keypis atgongd.

SMSwww.sms.fo

Aftur í ár skipar SMS fyri heystfagnaði á torginum við alskyns forvitnisligum fyri børn, so sum spennandi uppgávur, upplivingar og tiltøk fyri børn. Heystfagnaður í SMS, týsdag til leygardag kl. 10-18.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder