JN

Færri doyggja av hjarta- og æðrasjúkum men fleiri av krabbameini

...

2014-08-25 13:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Seinastu 25-30 árini eru hendar stórar broytingar í deyðleikanum hjá kvinnum og monnum. Eitt er, at livialdurin er nógv øktur. Væntaði miðal livialdurin hjá nýføddum drongjabarni í 1985 var 71,9 ár og gentubarni 78,8 ár. Nú er hann 79,3 ár hjá drongjabarni og 83,4 ár hjá gentubarni. Í hesum stutta tíðarskeiði er væntaði livialdurin sostatt øktur við umleið 5-7 árum.

Stórar broytingar eru eisini hendar í teim orsøkum, vit doyggja av. Hetta sæst av myndunum niðanfyri, ið vísa deyðsorsøkir í tali hjá monnum og kvinnum. Av tí at stórt svejgg er í tølunum frá einum ári til næsta, eru tey her sett upp sum miðaltøl fyri tvey-ára skeið.
 

 

Sera sjónskt er, at tað fram um alt hava verið hjarta- og æðrasjúkur og krabbamein, sum fólk eru deyð av, men at tað er gingið hvør sín við hesum báðum deyðsorsøkum: stór minking í hjarta- og æðrasjúkum og vøkstur í krabbameini.

Tað hevur verið ein líðani gongd hesi tríati árini, men tó eru tær størstu broytingarnar hendar tey síðst 10-15 árini.

Stabbamyndin niðanfyri vísir %-vísa býtið, hvat fólk doyðu av í 1983/84 og í 2011/12, ið eru nýggjastu tølini.

 

 

  • Fyri tríati árum síðani doyðu meir enn helvtin av hjarta- og æðrasjúkum (52% hjá monnum og 53% hjá kvinnum).
    Næst vanligasta deyðsorsøkin var krabbamein (21% hjá monnum og 22% hjá kvinnum).
  • Nú eru tey, ið doyggja av hjarta- og æðrasjúkum, minkað niður í 30% hjá monnum og 26% hjá kvinnum.
    Hinvegin eru tey, ið doyggja av krabbameini, vaksin upp í 31% hjá monnum og 26% hjá kvinnum.

Aðrar broytingar eru m.a., at tað eru nógv færri, ið doyggja av vanlukkum nú enn fyri tríati árum síðani. Hinvegin eru tað lutfalsliga fleiri, ið doyggja av sjúkum í andaleiðini (so sum KOL) og í nervalagnum (so sum demens og sklerosan, ið nevnist ALS). Størsti vøkstur er í bólkinum ???Annað???, har nógvar aðrar deyðsorsøkir eru samlaðar, og vísir hetta, at tað er munandi størri spjaðing í deyðsorsøkunum nú, samanborið við støðuna fyri tríati árum síðani. 

At enda skal viðmerkjast, at hesi tølini snúgva seg um, hvussu nógv doyggja av ávísum sjúkum ella øðrum orsøkum. Tey siga tí onki um, hvussu nógv verða sjúk men blíva lekt, sum t.d. viðvíkjandi krabbameini, har tað er ein veksandi partur av teimum, sum fáa sjúkuna, ið blíva lekt.

Í hagtalsgrunninum eru talvur við útgreinaðum deyðsorsøkum, eisini eftir aldri hjá fólki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder