Vit hava hugt eftir hvussu nógv børn eru fødd frá 2008 til og við 2015 í Føroyum, eisini hava vit sett barnatalið upp á sýslurnar og somuleiðis bygdirnar.
Tað vísir seg, at barnatalið er minkað í øllum sýslum uttan Eysturoyar sýslu frá 2008 til 2015, í Eysturoyar Sýslu eru fleiri børn fødd í 2015 enn í 2008, tó er talið ikki so nógv økt, talan er um 9 børn - í 2008 vóru 133 børn fødd í Eysturoyar Sýslu, í 2015 var talið 142.
Alt landið ein minking uppá 59 børn, tað svarar til 8,8%
Norðoyggjar ein minking uppá 4 børn, tað svarar til 4,9%
Eysturoy ein øking uppá 9 børn, tað svarar til 6,8%
Streymoy ein minking uppá 45 børn, tað svarar til 13,2%
Vágar ein minking uppá 14 børn, tað svarar til 26,4%
Sandoy ein minking uppá 3 børn, tað svarar til 20%
Suðuroy ein minking uppá 2 børn, tað svarar til 4,5%
Sí myndirnar niðanfyri, har talið eisini er deilt út á bygdir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald