Vinna

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava landa makrel í Fuglafirði

...

2018-10-30 19:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Partrolararnir Vesturbúgvin og Eysturbúgvin hava landað makrel til Pelagos í Fuglafirði, teir komu á Fuglafjørð í dag og Vesturbúgvin hevur longu loyst, ímeðan Eysturbúgvin enn ikki hevur loyst.

Teir fiskaðu í ES-sjógvi eystur úr Hetlandi, eisini hevur Fram roynt eftir makreli har.

Vesturbúgvin og Eysturbúgvin vóru fullfermdir - 240 tons, teir fiskaðu í góð 3 døgn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder