2017-08-17 07:45
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin komu á Kollafjørð tíðliga í morgun við 225 tonsum av gulllaksi, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic.
Teir hava nú fiskað sín part av gulllaksakvotuni, kvotan er ímillum trý pør: Eysturbúgvin/Vesturbúgvin, Vestmenningur/Skoraberg og Stjørnan/Polarhav. Samlaða gulllaksakvotan er 12.000 tons.
Teir byrjaðu fiskiskap sunnast í føroyskum sjógvi, men hava nú roynt í eystara kanti av Føroya Banka.
Tá ið Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava landað, fara teir á beding hjá Mest í Havn, tað kemur at taka 14 dagar. Helst fara teir til makrelfiskiskap, tá ið farið verður avstað aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald