Mentan

Eyðun á Lofti 75 ár

...

2019-11-09 14:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Góði Eyðun.

Vit komu at kennast fyri nøkrum árðum síðani. Vit hittust á arbeiðsplássi okkara fyri fyrstuferð.

Tú, ein tilkomin maður, sum ikki var serliga stórur í orðum. Tú segði ikki nógv, men vísti heldur í verki, tað tú vart so dugnaligur til - nevniliga at laga grót.

Hetta arbeiði, ið tú hevur lagt eftir teg, kann ikki gerast upp í pengum. Har standa garðarnar, sum nakrir varðar í Sandavági og prýða so sera væl um bygdina.

Hetta veit eg, at fólk eru sera glað fyri.

Tú ert ikki bert dugnaligur til at laga grót.

Eisini dámar tær væl at fáast við bæði seyð og hundar.

Enn ert tú røktingarmaður, Hetta megnar tú sera væl, hóast ein hampiliga høgan aldur.

Havi hoyrt frá fleiri, at tú hevur sera góðar seyðahundar.

Hetta má vera sætt, tí tú ert á nógvum fjøllum hvørt einasta ár.

Tað er kanska heldur ikki so løgið, at tað liggur so væl fyri hjá tær við seyðahundum, tí at djóravinur hevur tú altíð verið.
Bæði seyður, húsdjór og fuglar standa tær sera nær.


Eisini sjógvurin stendur tær nær. Havi lagt til merkis, at tú ert sera glaður, nú tað gongur so gott hjá útróðrarmonnunum at fáa fisk yvir keikantin. Tú fylgir væl við hvør kemur inn, men eisini hvussu nógv bátarnar hava fingið. Havi mangan undrast á, at tú kennir mest sum hvønn bát, ið kemur stimandi inn eftir fjørðinum.

Ja, alt ið hevur nakað við náttúruna at gera, ert tú sera góður við. Man kann róliga siga, at tú ert eitt náttúru-menniskja, ið gevur náttúruni ans.

Eg fari við hesum at ynskja tær hjartaliga til lukku við 75 ára degnum. Eg eri takksamur fyri at kenna teg.

Ein starvsfelagið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder