Mentan

Eydnaðist endiliga aftaná 30 ár

...

2018-07-07 09:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 25. juni 2018 fylti ELIN BRIMHEIM HEINESEN 60 ár. Hon hevur valt at hátíðarhalda rundaføðingardagin við at halda føðingardagsveitslu leygarkvøldið 7. juli í Sjónleikarhúsinum í Havn ogsamstundis geva út nýggja fløgu við heitinum ???Handan stjørnurnar??? við 12 løgum, hon sjálv hevurgjørt ??? júst 30 ár eftir, at NALJA bandið kom út, sum Elin gav út saman við Kára LinderothJacobsen. Hóast Elin hevur verið virkin sum tónleikari leingi, er útgávan í roynd og veru fyrstafløgan, hon gevur út sum einstaklingur. 

ELIN BRIMHEIM HEINESEN er føroysk songkvinna og sangskrivari, sum hevur verið virkin á føroyskatónleikapallinum síðani mitt í 70???unum. Elin er kanska mest kend sum onnur helvtin av NALJA, sumseinast í 80???unum gav út eitt kassettuband við væl umtóktum løgum sum ???Á, tann deiliga Havn???,???Sjeikurin??? og ???Eitt dýpi av dýrari tíð???. 

Fyrsta útgávuroynd sum einstaklingur 

Hóast Elin leingi hevur verið virkin tónleikari, hevur hon bara tvær útgávur á baki: NALJA saman viðKára Linderoth Jacobsen í 1988, har tey gjørdu fimm løg hvør, og so fløguna ???Yndisløg ??? Ein ferð afturí farnar tíðir??? saman við Ad Libitum, sum kom út í 2010 við ymiskum kendum evergreen-løgum. 

Elin hevur havt ætlanir um eina útgávu við egnum tónleiki, líka síðani NALJA kom út í 1988, men taðhevur ikki eydnast henni fyrr enn nú, 30 ár seinni. Fløgan ???Handan stjørnurnar??? er eitt úrval við 12 løgum, sum ongantíð fyrr eru givin út. Elin hevur valt tey burtur úr rúgvuni av løgum, hon hevurgjørt, síðani hon sum ungur tannáringur fór undir at skriva sangir. 

Skuldi vera, áðrenn eg bleiv 60

??? Eg havi sungið nógv, men havi bara givið tvær útgávur út í mínum lívi: NALJA, har helvtin vóru míniløg, og so Yndisløg, sum ikki vóru míni egnu løg. So eg havi droymt um at geva eina fløgu út bara viðmínum egnu løgum. 

Spurningurin er, hví hon hevur bíðað so leingi við tí. 

??? Tað hevur bara ikki ligið fyri. Eg havi ikki havt ráð og havi eisini verið so upptikin av so nógvumøðrum, so tónleikurin var altíð raðfestur síðst. Men, sigur Elin, og heldur fram: - Fyri tveimum árumsíðani hugsaði eg við mær sjálvari: Nú fyllir tú skjótt 60 ár, so skal tað vera, so má tað vera nú! Taðber ikki til, at alt bara skal verða liggjandi í skuffuni, har eingin fær gleði av tí. 

Spart saman til verkætlanina 

Væl tilstuðlað av vinfólkum og tónleikarum, sum hon hevur spælt konsertir saman við seinastu árini,vaks tankin um, at tónleikur hennara var verdur at geva út. Hon lovaði sær sjálvari, at hon skuldigeva eina fløgu út í allarseinasta lagi á sínum 60 ára føðingardegi. 

??? Eg valdi nøkur løg hjá mær út, sum eg helt mest sannlíkt kunnu halda til tíðarinnar tonn, og so fóreg undir at spara pengar saman fyri at hava nóg mikið til at spæla tónleikin inn fyri. 

Tá tað nú endiliga skuldi vera, vildi Elin fegin gera eina fløgu við øllum, hon hevði droymt um ??? kóri,strúkarum, blásarum osfr., so hon visti, at tónleikurin fór helst at vera kostnaðarmikil at framleiða. 

Gott samstarv við Finn Hansen 

Fyri einum góðum hálvum ári síðani metti hon seg at hava spart nóg mikið upp til, at tað fór at kunnalata seg gera, og ringdi so til Finnur Hansen fyri at gera avtalu um tíð í upptøkuhølunum hjá honum. 

??? ???Tað var uppá tíðina???, svaraði hann bara, sigur Elin og flennir. ??? Finnur og eg hava samstarvað fyrr,m.a. hevur Finnur spælt konsertir saman við NALJA, og var tøkningur á symfonisku útgávuni av ???Eittdýpi av dýrari tíð???, umframt tøkningur á útgávuni ???Yndisløg???, og vit hava altíð havt eitt gott samstarv. 

Tey gjørdu avtalu um at byrja fyrstu upptøkurnar í februar í ár við Finni sum tøkningi ogviðframleiðara. Haraftrat hava tey bæði skiftst um at gera útsetingar til ymisk ljóðføri á útgávuni. 

??? Eg vildi fegin sjálv so vítt gjørligt framleiða og leggja mína egnu útgávu til rættis og gera útsetingarfyri kór, strúkarar, horn o.a., sigur Elin. ??? Men samstundis visti eg, at Finnur hevur so ómetaliga nógvfleiri royndir við tónleikaframleiðslu enn eg, so sjálvsagt fór eg at lurta væl eftir hansara góðu ráðumeisini. Og so er hann jú eisini ein framúrskarandi tónleikari, so býttari var eg, um eg ikki tók ímótihansara kreativa íkasti. So vit funnu eitt gott arbeiðsbýti, haldi eg, har vit hava gjørt alt í sátt ogsemju. Finnur hevur verið ein fantastiskur viðspælari og ein sannur tónlistagandakallur. 

Stóra virðing fyri tónleikarunum 

Elin heitti eisini á aðrar dugnaligar tónleikarar, har av fleiri av teimum kendu nógv løg hjá henniframmanundan, tí tey hava spælt konsertir saman seinastu árini. Teir vóru fúsir at vera við íverkætlanini og spældu grundleggjandi ljóðførini inn ??? trummur, bass, gittar og ljómborð. Síðani vórufleiri løg løgd omaná grundina, so sum kór, strúkarar og blásiljóðføri osfr. Partar av tónleikinum eruútsettir frammanundan og spældir inn eftir nótum, meðan annað er improviserað.

Elin greiddi frá, hvønn stíl, hon ynskti, tey skuldu leggja seg eftir í hvørjum lag, og so fingutónleikararnir annars rímiliga fríar ræsur til at gera egnar tulkingar við sínum egna ljóðføri. 

??? Eg havi sera stóra virðing fyri hesum serstakliga dugnaligu fólkunum, so sjálvsagt lat eg tey sleppaat spæla soleiðis, sum tey duga best ??? so nógv betur enn eg nakrantíð kundi gjørt tað, so eg havifingið ómetaliga nógv forerandi. Men eg vildi fegin hava síðsta orðið, tá tað kom til tað meirayvirskipaða, so sum akkordval, stíl, rútmu, tempo, klang o.a. Finnur og allir hinir tónleikararnir eruserstakliga professionell, øll somul, og hava dugað sera væl at raka tann stílin og tað huglagið, egfegin vildi hava. 

Funnu uppá somu mynd til húsan 

??? Eg hevði sjálv gjørt eitt uppskot til fløguhúsa við eini tekning hjá nøkrum nýsælendingum, sum vóruí Føroyum í fjør og teknaðu myndir. Eg heitti á grafikaran Hans Juul Nystrøm Hansen um at setahúsan upp. Tað løgna var, at áðrenn eg vísti Hans Juul mítt uppskot, hálaði hann eina mynd fram,sum hann helt fór at hóska seg væl til húsan. Eg var púra tikin á bóli, tá eg sá, at hetta var akkurátsama mynd, sum eg hevði brúkt í mínum uppskoti, uttan at hann vitsti av tí! So tað má næstan havaverið meiningin, at tað skuldi vera júst hendan myndin. 

??? ??ll, sum eg havi heitt á og biðið um at geva sítt íkast, hava verið ótrúliga jalig og hava givið seg avfullum huga í verkætlanina, so tað hevur verið ein sonn fragd at arbeiða saman við øllum og viðútgávuni sum heild allan vegin ígjøgnum. Eg eri ómetaliga glað fyri, at eg endiliga kann leggja úrslitiðfram ??? eina fløgu við heitinum ???Handan stjørnurnar??? við 12 av mínum egnu løgum. 

Fløgan kemur á marknaðin leygardagin 7. juli 2018, men almenningurin hevur longu havt møguleikafyri at hoyra tvey stakløg áðrenn, tí 22. juni kom fyrsta staklagið frá fløguni út. Talan var um lagið???Søti mín???. Og vikuna eftir 29. juni varð so annað staklagið slept við heitinum ???Tú vart altíð har???.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder