Eg hevði verið sera takksamur, um tit, sum skjóta harur, senda mær myndir av harunum, sum tit hava skotið. Myndirnar skal eg brúka til at kanna litbroytingina hjá føroysku haruni.
Tað eru 4 ting, sum tit skulu hugsa um, tá ið tit taka myndirnar, so at tær ver góðar og tíðuligar:
- 1) Takið myndirnar loddrætt niður á harurnar og so nær, sum tit kunna.
- 2) Hav nokk av ljósi.
- 3) Passandi er, um einar fimm harur eru á hvørjari mynd, við einum lítlum gloppi í millum, so liturin á hvørjari einstakari haru sæst týðuliga.
- 4) Tað er týdningarmikið, at tit taka myndir av ??LLUM harunum, og ikki bara av teimum, sum tit halda vera ???sjáldsamar???.
Niðanfyri eru vístar nakrar av teimum bestu myndunum, sum eg fekk sendandi frá tykkum í 2017.
VERK??TLANIN
Sum fleiri tykkar helst longu vita, so eri eg í holt við at kanna litbroytingin hjá føroysku haruni.
Spurningarnir, sum eg kundi hugsa mær at fingið svaraðar, eru:
- Nær byrjar haran at skifta lit?
- Hvussu langa tíð tekur hendan litbroytingin?
- Er munur á ymsastaðni í landinum?
??t frá tykkara myndum kann eg so meta um, hvussu stórur prosentpartur av hvørjari haru er brúnur og hvussu stórur partur er blivin ljósagráur.
Á hendan hátt kunna tykkara myndir hjálpa mær at svara teimum trimum spurningunum, sum eg havi sett omanfyri.
Sendi myndirnar til mín við telduposti til:
[email protected].
Ella sum persónlig boð á Facebook (Messenger)
Viðmerk dato, í hvørjum haga og bygd harurnar eru skotnar.
Eru ivamál, eru tit vælkomin at ringja til mín á fartel. 265831 .
Vinarligast
Eyðfinn Magnussen
Fróðskaparsetur Føroya
Fartel. 265831
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald