Mikukvøldið 11. mai klokkan 19.00 verður áhugavert evniskvøld í Reinsarínum. Tiltakið er partur av Umhvørvisvikuni 2016, har vit í ár varpa ljós á veðurlagsbroytingar og grøna orku.
Í Reinsarínum verða tríggir fyrilestrar um hetta evnið.
Bogi Hansen, havfrøðingur, fer at hugleiða um veðurlagsbroytingar við heitinum "Veðurlagsbroytingar Fupp ella Fakta".
Thomas Vinge, tíðindafólk og rithøvundur, fer at tosa um, hvussu vit sum einstaklingar og familjur kunnu minka um okkara CO2-útlát og liva á ein meira skynsaman hátt, sum er gott fyri okkara umhvørvi og okkara pengapung.
Marius Müller, deildarleiðari á Byggi- og umhvørvisdeildini, fer at greiða frá um grønar verkætlanir hjá Tórshavnar kommunu og hvussu kommunan leggur um til grøna orku.
Umhvørvisstuðulin verður latin og somuleiðis Grøna virðislønin og Grøna gávan frá Etika.
Tiltakið er ókeypis!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald