2016-07-21 21:45
Tíðliga í kvøld valdu teir fýra klintrarnir, sum ætla at taka Trøllkonufingur eftir vestursíðuni, at fara niður aftur. Dagurin í dag hevur ikki eydnast teimum so væl, sum teir ætlaðu, fyrst máttu teir útseta í nakrar tímar í morgun, men á middegi var klárt at fara, og vóru teir komnir eitt vet upp síðani.
Mett verður at tann fyrsti triðingurin av Trøllkonufingri er tað torførasta á vestursíðuni. Í dag komu teir uppá 65 metrar - í grein fyrr í dag, skrivaðu vit at teir ætlaðu at klára 100 metrar í dag.
??tlanin var ikki at fara av aftur Trøllkonufingri í dag, men mjørki og sirm gjørdi at teir valdu at fara niður aftur.
Tað eru Jack Grinsted, Dave Mckinney, Jason Blair og Absalon Esturoy, sum eru við á túrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald