Vinna

Enniberg siglir heim

...

2018-08-27 14:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Flakatrolarin Enniberg er farin at sigla heim í nátt við 650 tonsum í lastini.

Teir hava roynt víða um hendan túrin.

Enniberg fór úr Føroyum 7. juli, teir byrjaðu at fiska í russiskum sjógvi, fiskaðu kvotuna upp har, síðan í norskan sjógv, og tá ið liðugt var í norskum sjógvi fóru teir til Svalbardsøkið - í nátt var liðugt har.

Enniberg verður væntandi á Havnini hósdagin, har teir landa veiðuna.

Manningin telur 34 mans, skipari er Sonny Johannesen.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder