Vinna

Enniberg siglir heim

...

2018-10-17 12:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Enniberg fór úr Føroym 5. Sept til Vesturgrøndlands. á svartkalvaveiðu, eftir at kvotan, sum var 100 tons, var uppfiskað, fóru teir á kongafiskaveiðu í Neafc økið norðanfyri,har byrjaðu teir 26 sept.

Fyrstu vikuna var gott fiskarí, so minkaði tað burtur, hóast nógvar royndir víða um í økinum var einki at fáða.

Tað er eisini fari væl forbíð vertíðina.

 

Teir hava sostatt 100 tons svartkalva og 170 tons av kongafiski.

Tað eru 25 mans við hendan túrin, skipari er John Mikkjal Godtfred.


Á middegi var Enniberg staddur á 69N og 1,5V.


Enniberg skal í dok tá ið teir hava landað í Havn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder