Vinna

Enniberg er komin heim úr Barentshavinum

...

2018-08-30 13:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Flakatrolarin Enniberg er komin heim úr Barentshavinum, teir komu á Havnina í dag við 650 tonsum av flaki.

Enniberg fór úr Føroyum 7. juli, teir byrjaðu at fiska í russiskum sjógvi, fiskaðu kvotuna upp har, síðan í norskan sjógv, og tá ið liðugt var í norskum sjógvi fóru teir til Svalbardsøkið - í nátt var liðugt har.

Manningin telur 34 mans, skipari er Sonny Johannesen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder