Embla er heitið á nýggjari norðurlendskari matvirðisløn, sum bóndafeløgini í norðurlondum standa á odda fyri. Føroyar luttaka í bólkunum:
·Mathandverkarin 2017
·Rávøruframleiðarin 2017
·Matsamskiftarin 2017
·Matferðamál 2017
Virðislønin er tann fyrsta av sínum slag, sum gongur millum norðurlondini, og er stuðlað av Norðurlandaráðnum.
Eftir áheitan frá Norðurlandaráðnum hava bóndafeløgini í Danmark, Svøríki, Føroyum, Íslandi, Finnlandi, Álandi og Noregi átikið sær at skipa eina virðisløn, sum setur tað staðbundna í miðdepilin.
Endamálið er at styrkja samanhald og vitan landanna millum, og millum tað fólk, sum dagliga arbeiðir við at framleiða, virka og borðreiða fyri okkum øllum, og at menna tað góða tilfeingi vit hava hjá okkum.
Embla verður latin annað hvørt ár, fyrstu ferð í Keypmannahavn í august 2017
Danska bóndafelagið L&F "Landbrug & Fødevarer" er vertur. Við handanina verður vertslandið til virðislønina 2019 avdúkað.
???Eg heiti á allar føroyingar at koma við tilnevningum til virðslønina??? sigur Sigert Patursson, stýrislimur í Emblu.
???Embla er eitt spennandi tiltak, har ið Føroyar luttaka á jøvnum føti við grannalond okkara. Virðislønin verður við til at varpa ljós á føroyskar rávørur, føroyskt mathandverk og á Føroyar sum matferðamál.???
Tilnevning verður gjørd á heimasíðuni www.emblafoodaward.com innan 17. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald