Sum partur av Vetrarjazz 2020 kemur bólkurin ELT til Føroya, at spæla saman við okkara egna Dáva Juul Magnussen og Kingobólkinum úr Tjørnuvík.
Bólkurin ELT er mannaður av Kit Downes (orgul) og Tom Challenger (saksofon) úr Bretlandi, umframt Ingebjørg Loe Bjørnstad (sang) úr Noregi. Tey spæla frítt improviseraðan tónleik, sum er grundaður á siðbundnar gamlar norskar sálmar frá framúrskarandi Ingebjørg, og settur saman við einkla, róliga og kensluríka undirspælinum hjá Kit og Tom, í hava spælt sum duet í nógv ár hjá eitt nú navnframa plátufelagnum ECM Records. Hesin bólkurin gandar saman tey allarminstu ljóðini, og laðar tey upp í stórar, flottar og langrøknar konstruktiónir.
ELT ferð norð í sundalagið at spæla konsert saman við Dáva Juul Magnussen og Kingobólkinum úr Tjørnuvík íNorðaskála Kirkju sunnudagin 26.januar, kl.16.00. Konsertin verður ein samanrenning millum føroyskan og norskan siðbundnan tónleik, og nýmótans improviseraðan tónleik, og Kingo sangurin fer at ávirka gandakenda ljóði hjá ELT og Dáva.
ELT fara síðani til Havnar at spæla fyrstu konsertina á Vetrarjazz 2020 sama dag,sunnudagin 26. januar, kl.19.30 í Finsen, í Havn. Á hesi konsertini sleppa eisini miðnámsnæmingar frá musikskúlanum at royna seg.
Umframt konsertirnar ferð manningin í ELT at hava verkstovu um fríða improvisatión ámusikskúlanum í Havn leygardagin kl 15.00, og Dávur Juul Magnussen ferð mánadagin 27.Januar at vitja Skúlan við Streymin og musikskúlan í Sunda kommunu at undirvísa í tónleiki, tónleikasøgu og tónleikavísind.
(Konsert ferðin er stuðla av Sunda Kommunu, Tórshavnar Musikskúla og Vetrarjazz 2020)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald